Familjan hjá Jasmin, frá vinstru: Paul, Høgni, Hannah, Magnus, Edith, Helena, Astrid.

Abbi Jasmin: Hetta kom púra óvæntað

Anja Jacobsen

29.03.2014 - 04:08

Mentan > Tónleikur > Tónleikakappingar

- Hetta kom púra óvæntað á okkum øll. Sjálvandi høvdu vit vóna at hetta fór at henda, men sum kunnugt, so hevur Lucy mardou verið stórfavorittur, so hetta er stórt fyri okkum.

Jasmin og Anthony eru kanska tey sum hava tikið tað mest róligt, men í dag merktu vit á henni at hon var troytt og eitt sindur nervøs, men hon dugur so væl at handfara alt hetta nýggja. Tað hevur so stóran týdning fyri Jasmin at hon hevur familjuna at fella afturá, og vit royna bara at verða til staðar fyri hana. Hetta hevur verið ein lang ferð hjá teimum og eitt tons av upplivingum hava tey fingið við sær. Vit halda at tey hava klára hetta so sera væl, og sjálvandi eru vit sera stolt av teimum.

Eg eri púra vísur í  at hesi bæði ungu nokk skulu klára tað sum bjóðar teimum, tá tey megna hendan meldurin, so megna tey alt, sigur Magnus Dahl, abbi nýggja X-Factor vinnarin Jasmin Dahl.

Sí eisini: Video: Vit elska tykkum, Føroyar!
Sí eisini: Video: Stórsmílandi vinnararnir
Sí eisini: Anthony Jasmin vunnu X-Factor

Sí eisini: Kann nakar vinna á Lucy?
Sí eisini: Myndarøð: Sveinur komin at síggja finaluna
Sí eisini: Familjan til reiðar
Sí eisini: Linda á reyða løbaranum