Ein vónbrotin Gianlougi Buffon eftir dystin í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

Ein italsk málmanslegenda leggur landsliðshandskarnar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

14.11.2017 - 11:07

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Dysturin í gjárkvøldið, tá Svøríki og Italia spældu javnleik í Milano, gjørdist landdystur nummar 175 hjá legendariska italska málverjanum Gianluigi Buffon. Eftir dystin boðaði hann frá, at hetta var hansara seinasti dystur á landsliðnum.

39 ára gamli Buffon er tann fótbóltsleikarin, ið framvegis er aktivur, sum hevur spælt flest landsdystir.

Men tað er tó nakað upp til metið fyri flest landsdystir. Tað eigur egyptin Ahmed Hassan, ið er skrásettur fyri 184 landsdystir. Sambært Wikipedia eru tveir aðrir, ið eisini hava spæld fleiri landsdystir enn málverjin hjá Italia, nevniliga Hohamed al-Deayea úr Saudiarabia (178) og Claudio Suáres úr Meksiko (177).

Men Buffon eigur evropeiska metið við sínum 175 landsdystum. Fleiri málverjar eru á listanum yvir teir evropear, ið hava spælt flest dystir, sambært Uefa. Næstur er spanski Iker Casillas við 167 landsdystum. Síðan koma Vitalijs Astafjevs úr Lettlandi (166), Marein Reim úr Estlandi (156), Lothar Matthäeus úr Týsklandi (150), Sergio Ramos úr Spania (148), Cristiano Ronaldo úr Portugal (147), Robbie Keane úr Írlandi (146), Anatoliy Tymoshchuk úr Ukreina (144) og Andreas Svensson og Thomas Ravelli úr Svøríki (báðir 143).

Av hesum eru nakrir aktivir enn, og kunnu koma hægri upp á listan, nevniliga Casillas, Ramos og Ronaldo.

Føroyska landsliðsmetið eigur 39 ára gamli Fróði Benjaminsen. Hann hevur spæld 94 landsdystir.