VÍF vann 28-27 í spennandi dysti í Hoyvík. Her fer toppskjúttin hjá VÍF, Julian Olsen við 8 málum, ígjøgnum.
(Mynd: Jens Kr. Vang)

Ein klassikari og ein grannauppgerð í hálvfinaluni

Agnar Frederiksen

04.02.2018 - 19:28

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur
Nú er eisini greitt, hvussu hálvfinalurnar hjá monnum í Faxe Kondi kappingini fara at síggja út.

Tað broyttist einki í mun til, hvussu tað sá út áðrenn dagurin byrjaði, viðvíkjandi víðari luttøku. Kyndil spældi seg í gjár víðari við sigri í Klaksvík, og kemur víðari úr bólki 1 saman við Neistanum, ið vann bólkin. Neistin vann í kvøld 30-24 á næstbesta liðnum hjá H71 2, í einum dysti ið ikki hevði nakran týdning sum so, og har fleiri av teimum ungu hjá Neistanum sluppu framat. Millum annað gjørdist bert 16-ára gamli Dánjal Ragnarsson toppskjútti í dystinum við 8 málum.

Í bólki tvey lógu H71 og VÍF til at koma víðari. KÍF hevði møguleika at koma til hálvfinaluna, um kollfirðingar vunnu á heimavølli ímóti StÍF, og H71 basti VÍF í Hoyvík. Tað skuldi eisini passa við málmuni, har VÍF undan dystinum var seks mál betri. Men KÍF megnaði ikki at vinna á StÍF, ið einki hevði at spæla fyri. StÍF var á odda við fimm málum í hálvleikinum, og kollfirðingar megnaðu ikki at heinta leiðsluna innaftur, og StÍF vann 33-30. Í Hoyvík var talan um sera spennandi dyst. VÍF var líka omaná allan vegin. Tað var 14-11 í hálvleikinum, og hóast H71 hekk í allan vegin, so vunnu vestmenningar ein tepran 28-27 sigur, og tóku harvið fyrsta plássið í bólkinum.

Sostatt eru hálvfinalurnar hesar:

Neistin - H71(Vinnari av bólki 1 ímóti nummar 2 í bólki 2)
VÍF - Kyndil
(Vinnari av bólki 2 ímóti nummar 2 í bólki 1)


Bólkur 1:

Neistin 6
Kyndil 4
Team Klaksvík 2
H71 2 0

Leygardagin 03.02.18 kl. 18.00 Team Klaksvík – Kyndil 23-30
Sunnudagin 04.02.18 kl. 17.30 H71 2 – Neistin 24-30

Bólkur 2:

VÍF 5
H71 4

StÍF 2
KÍF 1

Sunnudagin 04.02.18 kl. 16.00 H71 – VÍF 28-29
Sunnudagin 04.02.18 kl. 16.00 KÍF – StÍF 30-33