Ein konsert afturat við The King’s Singers



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

06.09.2017 - 06:02

Mentan > Mentan > Konsertir

Áhugin fyri at tryggja sær atgongumerki til mætu The King’s Singers, tá teir koma til Føroya síðst í november at halda jólakonsert í Norðurlandahúsinum, hevur verið so stórur, at avgerð nú er tikin um at hava eina konsert afturat.

Útselt varð til konsertina mikukvøldið 29. november eftir bert einum degi, so nú er avgjørt at hava eina eykakonsert í Norðurlandahúsinum kvøldið fyri.

The King’s Singers vórðu settir á stovn í 1968 av seks nýútbúnum sangarum frá King’s College í Cambridge. Tað, sum sermerkti bólkin frá byrjan av, var tónlistarligt fjølbroytni. The King’s Singers høvdu eina fasta løtu í bretskum sjónvarpi í bestu senditíð, har teir sungu vælumtóktan tónleik, sum onki kór vanliga hevði farið í holt við. Við teirra serligu bretska sjarmu og fantastisku røddum, teknikki og samljóði sungu teir seg beint inn í hjørtuni á áhoyrarum kring allan knøttin.Limirnir í The King’s Singers eru skiftir út so hvørt, sum árini eru liðin, men ljóðið, hugsjónin og ikki minst høga støðið eru tey somu.

Bólkurin hevur alla sína tíð javnan verið boðin at framføra á heimsins størstu pallum – frá Royal Albert Hall í London til Opera House í Sidney og Carnegie Hall í New York. Teir eru vornir ein altjóða ímynd av tónlistaligari dygdargøðsku. Á hillini við heiðurslønum standa umframt óteljandi aðrar tvær Grammy® virðislønir og ein Emmy® virðisløn. The King’s Singers vóru eisini á tí allarfyrsta Grammophone Magazine Hall of Fame.

Á konsertunum í Norðurlandahúsinum fara teir at syngja burturúr síni vælumtóktu og umfatandi jólaskrá umframt ymiskt annað – kanska enntá okkurt føroyskt.