Ein kvinna og átta menn nýútlærd sum timburmenn



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

17.04.2017 - 11:04

Mentan >

Fyri páskir vóru nýggju lærlingar til sveinaroynd í timburyrkinum á Tekniska Skúla í Klaksvík. Hetta er sami flokkur, sum í fjør gjørdi bygningslutirnar og setti upp Skúvadalshúsið.

Eitt annað sjálvsamt við hesum flokkinum er, at millum næmingarnar var ein kvinna, nevniliga Sigvør Christiansen úr Søldarfirði. Tað verða skjótt 26 ár síðan síðst og tá var Margith S. í Grund einasta gentan í millum húsasmiðirnar. Nú kallast yrkið Timburmaður.

Frá vinstru:
Páll Heðin í Grund, Klaksvík, SP/f NH-Betong
Sigvør Christiansen, Søldarfjørður, SP/f Heinesen
Jóhan Dávur Højgaard, Toftir, SP/f Byggivirkið KBH,
Høgni Hansen, Toftir, SP/f Byggivirkið KBH
Jón Højgaard, Hvalvík, SP/f TN-Bygging
Ólavur Dalsenni, Klaksvík, SP/f Malltek
Andrias Trygvason Gunnarstein, Klaksvík, SP/f Malltek
Tórdur Beinirsson Vejlstrup Thomasen, Klaksvík, SP/f Malltek
Peter Olaf Chodziuk, Klaksvík, SP/f NH-Betong