Ein leG!enda á Gøtusandi

Ingi Samuelsen

15.07.2017 - 18:56

Mentan > Tónleikur > Festivalar

Maðurin er 81 ára gamal. Hann hevur alzheimer, ella okkurt, ið líkist. Kortini megnaði hann at leggja Gøtusand fyri sínar føtur.

Ikki tí. Hann segði onki annað við áhoyrarnar enn ”Thank you”. Har var absolutt einki verbalt samskifti við fjøldini, annað enn sangurin.

Kortini var tað ein framførsla, ið seint verður gloymd. Eitt av hæddarpunktunum í G! søguni.

Hann spældi ikki serliga væl upp á gittaranan, munnharmonikaspælið var einki at reypa av, og djúpi sangurin heldur ikki.

Men hann hevur eitt arsenal av sangum, ið eru so inniligir, so fullir í skaldskapi, lívsroyndum og fynd, at tað heldur allari framførsluni uppi.

Við sær á pallinum hevði hann Jákup Zachariassen á steelguittara og Benjamin Petersen á el-guittara og mandolin, og tað gjørdi, sum vera mann, ikki framførsluna verri.

Eftir ein vátligan seinnapart við sama slavna drivinum, ið merkti náttina í gjár, sleit í, tá Kris kom á pallin, tað gjørdist turt, og tólin tók at skína. Slíkt styrkir løtuna, ið gjørdist gudakend.

Ikki bara tí at Kris sang onkran av sínum kendu sálmum, ’Why me, Lord’ – har vóru allir teir kendu: ”Sunday morning coming down”, ”Me and Bobby McGee”, ”Darby’s Castle”, ”Please don’t tell me how the story ends”, ”The Pilgrim: Chapter 33” og so víðari.

Semja var á Sandinum eftir framførsluna, at vit høvdu verið vitnið til nakað heilt serligt. Ein maður uttan stutttíðarminni, sum kortini dugir sínar tekstir uttanat, megnar at spæla guittaran, og so dánt munnhørpuna eisini, kann okkurt, ið onnur ikki megna. Takk fyri G! og Tummas Justinussen fyri, at tit fingu hetta í lag. Kris spældi ókeypis – vónandi fáa treingjandi børn og barnafamiljur ríkiligt og tiltrongt burturúr, tí Kris hevði sett sum krav, at samsýningin fyri hansara framførslu skuldi latast Barnaheiminum.

Sí eisini: Myndir: Leygardagin 15.7.2017