- Ein listarlig heild, har yrkingarnar hava vítt útsýni

Ingi Samuelsen

03.10.2014 - 02:53

Tíðindi > List > Bókmentir

Grundgevingin fyri at geva Kim Simonsen virðisløn M. A. Jacobsen’s fyri fagrar bókmentir 2014:


Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2014 verður í ár latin Kim Simonsen fyri yrkingasavnið ”Hvat hjálpir einum menniskja at vakna ein morgun hesumegin hetta áratúsundið” frá 2013. Nevndin sigur í grundgeving sínari, at savnið er ein listalig heild, har yrkingarnar hava vítt útsýni landafrøðiliga og millumtekstliga.

“Tíð, stað og rúmd eru í upp¬loysn, deyðin treytar lívsins natúrligu og endaleysu ringrás, har spurningur verður settur við, hvørji spor einstaklingurin og hvør einstøk vera seta í fleir¬milliarda livitíð jarðarinnar.”

Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir er kr. 35.000 kr.