Ben Arabo, stjóri í Atlantic Petroleum. Mynd: Jógvan H. Gardar

Ein lítil glotti áðrenn framløguna í morgin

Jógvan Hugo Gardar

26.08.2015 - 21:45

Oljan >

Atlantic Petroleum er eitt av smáu oljufeløgunum sum hevur merkt lækkandi oljuprísin. Á keypsskálanum er virði á fyritøkuni minka javnt farna árið, síðani oljuprísurin fór at lækka.

Tá Atlantic Petroleum bleiv skrásett á Oslo Børs í desember 2013 var partabrævið og snoddaði upp móti 150 norskum krónum fyri partabrævið. Síðani er virði verið minkandi.

Lægsti prísurin var mánadagin, tá partabrævið bleiv selt fyri 19,40, men í gjár og í dag hevur virði hækka munandi, og liggur í kvøld uppi á knøppum 32 krónum. Tað er hægsti prísurin fyri partabrævið síðani 11. august.

Fyri íleggjararnar verður morgindagurin áhugaverdur, tí Atlantic Petroleum roynir at finna eina loysn fyri fyritøkuna. Fleiri møguleikar liggja á borðinum, har ein antin má royna at fáa meir tøkan pening inn í fyritøkuna, ella so kann føroyska oljufelagið verða selt.

Ben Arabo, stjóri í Atlantic Petroleum, skal leggja fram rokniskapin fyri annan ársfjóðring í Oslo klokkan níggju føroyska tíð í morgin. Tá fæst helst at vita hvat leiðslan og nevndin hugsa um framtíðina.