(Mynd: tripadvisor.com)

Ein matstova, ið bjóðar bæði indiskt og siðbundið



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

09.11.2017 - 11:29

Mentan > Lívsstíls- & brúkaraevni > Matur & matgerð

Mong eru matstøðini í Havn, har ein kann fáa sær eitthvørt til matna og úrvalið er fjølment. Ein av nýggjaru støðunum er indiska matstovan Indian Haven, sum liggur í Tórsgøtu.

Hóast navni kanska sipar til, at tað einans er møguligt at fáa indiskan mat har, so er tað ikki so. Matstovan bjóðar nemliga indiska buffet á middegi, frá mánadag til fríggjadag og hvørt kvøld er indisk og vanlig a la carte matskrá. Tó er stongt sunnudag. Indian Haven letur eisini mat út av húsinum.

Tað er tilvitað, at eigararnir, umframt indiskan mat, eisini hava valt at bjóða vanliga a la carte matskrá við neytalundum, fiskarætti, lambi og krúnhjørti. Orsøkin til tað er, at tá ein bólkur fer út at eta, so er tað sjáldan øll, ið ynskja krúddaðan mat. Nú er møguleiki at bjóða nakað fyri øll.

Indian Haven leggur seg eftir, at hava góða ráðvøru, ikki at nýta ov nógva olju í matinum og ikki tilseta gluten, sukur ella róma í matin. Harafturat er eisini eitt ávíst úrval av vegetarrættum.

Á matstovuni er eisini møguligt at síggja list, sum Sámal Lervig hevur málað.