Ein persónur aftrat deyður eftir álopið í Stokkhólmi

Jens Hákun Leo

28.04.2017 - 10:20

Tíðindi > Uttanlands - Yvirgangur

Fimm persónar hava nú latið lív í kjalarvørrinum av yvirgangsálopinum í Stokkhólmi tann 7. apríl.

Hetta stendur, sambært einum tíðindaskrivi frá svensku løgregluni, greitt, eftir at ein kvinna í 60-árunum doyði í morgun sum ein fylgja av løstunum, hon fekk í sambandi við álopið.

Hon hevur verið til viðgerðar fyri løstirnar, hon fekk, í tí sunnara partinum av Svøríki, men stóð lív hennara ikki til at bjarga.

Tað var ein 38 ára gamal usbekari, sum stóð handan yvirgangsálopið, tá ið hann við einum lastbili kom koyrandi inn í eina mannamúgvu á Drottninggatan í miðbýnum í svenska høvuðsstaðnum.

Hann yvirlivdi og hevur síðan játtað seg sekan í at hava framt yvirgang. Hann hevur áður givið til kennar, at hann stuðlar víðgongdum bólkum, harundir IS.