Aleksandar Jovevic (Mynd: Hans Erik Danielsen)

Effodeildin: Ein stór og spennandi avbjóðing hjá ÍF

Ítróttur > Effo deildin // Magasin
Í samstarv við FSF
05.03.2015 - 15:37

Nýggi venjarin hjá ÍF, Aleksandar Jovevic, er errin um at hava fingið møguleikan at standa á odda fyri besta liðnum hjá fuglfirðingum. Hetta er ein stór og spennandi avbjóðing, sigur Aleksandar Jovevic.

Serbiski Aleksandar Jovevic kom til Føroya í 2003 at spæla við Skála. Árið eftir spældi hann í Runavík, áðrenn leiðin í 2005 gekk til Suðuroyar og TB. Í 2006 kom Jovevic so til Fuglafjarðar at spæla, og har hevur hann verið síðani. Tað vil siga, at árið í ár er tíggjunda árið hjá fryntliga serbanum í Fuglafirði.

Tað er eingin loyna, at Jovevic skjótt fall væl til í ÍF, og at hann bleiv sera nógv avhildin sum venjari hjá yngri deildum í felagnum, og nú hevur hann so fingið møguleikan at taka sær av besta liðnum.

– Hetta er ein stór og spennandi avbjóðing, sum eg havi fingið. Í fyrstuni var eg ótrúliga spentur uppá at fara í gongd, men nú skal eg verða klárur, og vit arbeiða hart fyri at verða klárir, tá ið kappingin fer í gongd, sigur Aleksandar Jovevic.

Sjálvur heldur Jovevic, at fuglfirðingar hava eitt gott lið, og hann er nøgdur við hópin, sum hann hevur at arbeiða við.

– Vit hava eitt gott lið, og tað eru nógvir spælarar at taka av. Tað er serliga á offensiva partinum, at vit eru sera væl fyri. Har hava vit øgiliga nógv gott fólk, og tað eru eini tveir ella tríggir spælarar til hvørt av teimum offensivu plássunum, sigur nýggi ÍF-venjarin.

– Vit hava gott fólk, og eg eri nøgdur við hópin. Nú tekur Bartal eitt ár afturat, og tað er ótrúliga umráðandi, at hann er við, tí hann er leiðarin á vøllinum, og hann hevur royndirnar. Hvussu verður við Høgna Zachariassen tori eg ikki at siga í løtuni. Hann er framvegis ikki klárur, eftir at hann fekk skaða í høvdið í dysti móti AB í fjør, og tað er sjálvandi ein stórur missur, tí hann er ein fantastiskur leikari, heldur Aleksandar Jovevic.

Longri samrøða við Aleksandar Jovevic kann lesast í blaðnum, sum FSF hevur útgivið í samband við at kappingarárið í fótbólti er farið í gongd.

Les blaðið her