Mynd: Tvoroyrarskuli.fo/Leivur Nygaard

Ein tjóðartilbúgving skal gerast fyri Føroyar

Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg

15.06.2017 - 14:55

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Vanlukkur

Nú verður arbeitt við at gera eina tjóðartilbúgving fyri Føroyar, og eldurin á Varðanum Pelagic verður partur av arbeiðinum, sigur Andrass Marr Poulsen, ovasti fyri tilbúgvingina í Føroyum, við Kringvarpið.

Ein kreppubólkur varð skipaður í skundi fríggjadagin, tá eldurin var á Tvøroyri.

Bólkurin helt til á politistøðini í Havn, og í bólkinum vóru um 10 fólk, sum umboðaðu millum annað umhvørvi, løgreglu og heilsuverkið.

Tilbúgvingarleiðarin sigur, at hóast bólkurin varð skipaður í skundi, tyktist hann at rigga væl. Hann sigur eisini, at hann hevur kallað inn til ein fund fyri at eftirmeta hendingina, og ætlanin er, at úrslitið av fundinum skal vera grundarlag fyri eini tjóðartilbúgving fyri Føroyar. Tað skal gerast greitt, hvat skal gerast kring landið, tá álvarsligar hendingar eru.