Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Einans eitt lið flytur upp - KÍ vann á AB

Sverri Egholm

21.10.2017 - 13:55

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Tað verður bara eitt lið, sum flytur úr 1. deild og upp í Effodeildina í ár. Tað er greitt eftir síðsta umfar í 1. deild tíðliga seinnapartin.

AB, sum longu hevði tryggjað sær uppflyting, var á vitjan hjá KÍ við Djúpumýru, sum við sigri kundi tryggja sær bronsuna. Hóast AB hevði leikliga yvirvág, var KÍ effektivari og fekk tvey mál og vann dystin 2-0.

Tað vóru syrgiboð hjá toftamonnum, sum annars vunnu á ÍF á Svangaskarði við úrslitinum 6-1. Hóast AB hevði vunnið á KÍ, so skuldu nógv fleiri mál til hjá B68, um teir skuldu tryggja sær uppflyting.

Sostatt er greitt, at 07 Vestur ikki flytur niður í 1. deild at spæla komandi ár, hóast teir enda á 9. plássi í Effodeildini í ár.

Úrslitini í dag
KÍ - AB (2-0)
Víkingur - Giza Hoyvík (1-1)
B68 - ÍF (6-1)
HB - TB/FCS/Royn (2-1
B36 - NSÍ (2-4)

Endaliga stigatalvan í 1. deild
1. AB (64 stig)
2. Víkingur (51 stig)
3. KÍ (49 stig)
4. B68 (46 stig)
5. HB (39 stig)
6. NSÍ (39 stig)
7. Giza Hoyvík (36 stig)
8. TB/FCS/Royn (31 stig)
9. B36 (27 stig)
10. ÍF (0 stig)