(Savnsmynd)

Einføld ráð at liva sunnari og sova betri



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

16.01.2018 - 07:38

Tíðindi > Heilsa & Umhvørvi > Heilsa & Vælvera

Um tú fært meira svøvn, so kemur tú av tær sjálvum at eta sunnari. Tað er niðurstøðan í nýggjari gransking, sum er gjørd í King’s College í London.

Granskarabólkurin í London hevur kannað viðurskiftini millum svøvn og mat hjá 42 sjálvbodnum fólkum. Helmingurin av luttakarunum fingu góð ráð um, hvussu tey kundu broyta nøkur einføld ting, so tey fingu betri náttarsvøvn – eitt nú at lata vera við at drekka kaffi áðrenn songartíð, fáa sær sissandi vanar áðrenn songartíð og lata vera við at fara ov svangur ella ov mettur til songar. Hin helmingurin fekk ongi ráð.

86 prosent av teimum, ið fingu góð ráð, lógu meira í songini, og umleið helminguri svav longri enn tey plagdu. Tey minkaðu eisini um sukurbrúkið við 10 grammum um dagin, og ótu færri kolhydrat, enn tey plagdu. Ongar broytingar í sambandi við matvanar vórðu staðfestir hjá kontrollbólkinum.

- Hetta vísir, at einfaldar broytingar í lívsførsluni kann hjálpa persónum við at eta sunnari, sigur Wendy Hall, leiðari fyri kanningini við enska tíðarritið New Scientist.

Ein kanning frá 2011 kom til sama úrslit. Tá vórðu 1500 fólk um miðjan aldur kannað í seks ár, og tað vísti seg, at tey, sum fitnaðu í tíðarskeiðinum, svóvu 6,3 tímar hvørja nátt í miðal, meðan tey við sunnari kropsvekt í meðal svóvu 7,2 tímar hvørja nátt.

Videnskab.dk hevur út frá kanningunum og saman við svøvnkanningarstovuni á Ríkissjúkrahúsinum gjørt eina vegleiðing um hvussu ein kann sova betri og longri um náttina.

Fyrsta ráð er at leggja fartelefon og spenningsskaldsøgur burtur, tá tað nærkast songartíð. Bláa ljósið frá skíggjum forðar fyri, at svøvnhormon verða tilevnað, og alt, ið vekir áhuga og spenning, økir um hugin at vaka.

Harumframt skal ein minnast til sólarljós um veturin og gardinur um summarið. Tað er av týdningi at fáa nógv ljós um veturin, meðan tað hevur týdning at steingja ljósið úti um summarið, um ein ynskir at sova væl. Ein eigur at lata vera við at drekka kaffi eftir kl. 17 og halda seg undan alkoholi, tí alkohol ger, at ein svevur verri.

Tað besta er at sova í einum køldum rúmi undir heitari dýnu. Ein eigur ikki at íðka um kvøldið, tí íðking leysgevur adrenalin, ið stimbrar hugin av vaka.