Eingi tekin til skjótt grønt skifti í bræði



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

31.10.2017 - 17:33

Oljan >

Tey, sum halda, at grøna orkukollveltingin er beint hinumegin hornið, mistaka seg. Tí eingi tekin eru beint nú til eitt grønt skifti. Tað heldur Torbjørn Kjus, sum er oljuanalytikari hjá DNB Markets í Norra. Hetta segði hann á eini ráðstevnu í Oslo herfyri, Oslo Rig Summit. Eftir afturgongd er eftirspurningurin á europeisku marknaðunum nú vendur aftur. ”Vit síggja, at eftirspurningurin veksur við fleiri hundrað túsund tunnum í hesum árinum. Tað eru tí eingi tekin her og nú til nakra grøna kollvelting, sum fleiri annars hava spátt um.”

I 2016 var eftirspurningurin omanfyri 200.000 tunnur hægri um dagin enn í 2015. Hesa gongdina hava vit nú sæð í fleiri ár. Og 2017 verður einki undantak í so máta – við einum vøkstri uppá 250.000 tunnur higartil um dagin.

Hóast metingarnar frá elbilaframleiðarum eru sera jaligar og vilja vera við, at vaksandi talið av elbilum innan fá ár fer at fáa oljuprísin at lækka munandi, onkur heldur niður á 40 dollarar og onnur halda heilt niður á 10 dollarar fyri tunnuna, so heldur Kjus, at hetta verður ikki so. Í dag eru tvær milliónir elbilar á vegunum, og tær hava syrgt fyri, at oljueftirspurningurin er minkaður við umleið 50.000 tunnum um dagin. Men skal tað muna nakað, so má talið av elbilum vaksa til 50 mill. fyri at kunna minka um eftirspurningin á olju við eini millión tunnum um dagin, sigur Kjus.

Hann roknar annars við einum oljuprísi uppá 60 dollarar og heldur ikki, at prísurin fer at lækka í næstu framtíð. Eftirspurningurin eftir olju fer í fyrsta lagi at koma í hæddina í 2030-35 men hvat viðvíkur vøkstrinum í elbilaframleiðsluni, so fer tað at henda fimm ár fyrr. Kortini eru stórar broytingar ávegis innan skipaferðsluna. Ì 2020 sleppa skip ikki longur at brúka tungolju við høgum svávulinnihaldi. Tað fer at gera ein stóran mun. Eftirspurningurin eftir marinari gassolju fer samtíðis at vaksa munandi, í 2019 til 2020 millum 2 til 2,4 millonir tunnur um dagin. Tað fer so aftur at minka um eftirspurningin eftir olju við høgum svávulinnihaldi.

Eisini ein annar oljuanalytikari, Jarand Rystad frá Rystad Energy kom við metingum um framtíðina á umrøddu ráðstevnu. ”Oljemarkedet er i kjempeform og vokser veldig raskt, ” var ein av hansara viðmerkingum.

Keldur E24 og Sysla