Mynd: Sverri Egholm

Eingin av privatu bátunum var tøkur



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

22.01.2018 - 19:41

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Samferðsla

Í allan dag hava fýra leiðir verið ávirkaðar av, at Teistin fekk tekniskt brek seinnapartin í gjár.

Tí Sildberin varð settur inn á sandoyarleiðina, og hetta hevði við sær, at eingin sigling varð gjørd út í Hest, og eingin sigling millum Sand og Skúvoy.

Men tað gingu fleiri tímar til sandoyarfólk fingu kunning um, at Sildberin fór at verða settur í sigling. Fleiri hava víst sína ónøgd um hetta, men Hilmar Eliasen, stjóri í Strandferðsluni, ger vart við, at tað tekur tíð at finna loysnir.

- Boðini um brekið komu av Teistanum 17:04, og klokkan 17:09 vórðu boð send út umvegis SMS skipanina, segði Hilmar Eliasen við Dag & viku í kvøld.

Hann sigur, at síðani settu tey seg í samband við privatu bátarnar, sum Strandferðslan brúkar, men eingin teirra var tøkur.

Í gjárkvøldið komu so boð frá Strandferðsluni um at Sildberin fór at røkja sandoyarsiglingina. Og á middegi yvirtók Ternan siglingina um Skopunarfjørð meðan Sildberin tók sær av leiðini millum Havnina og Nólsoynna.

Hilmar Eliasen harmast um, at Strandferðslan ikki hevur eitt skip at seta inn, tá ymiskt gongur galið.

Hinvegin verður nýggj stýriskipan sett í Teistan í summar, og hetta skuldi havt við sær, at sandoyarleiðin ikki verður líka nógv tarnað, sum hon hevur verið seinastu tíðina.

Les eisini: Tórshavnar kommuna góðtekur ikki at Sildberin røkir farleiðina




beint nú