Eingin forkláring upp á heitu kelduna

Ingi Samuelsen

06.07.2014 - 22:32

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Tøkni & vísindi

Tað er framvegis ein gáta hvussu tað ber til, at heitt vatn í stríðum streymum fossar upp gjøgnum eitt nýborað jarðhitahol í Kollafirði.

Síðani vatnið byrjaði at spræna, hevur hitin verið støðugur, 26,4 stig, og tað koma 33 tons av vatni upp um tíman.

Lis Mortensen, jarðfrøðingur hjá Jarðfeingi segði við útvarpið hjá Kringvarpinum í dag, at tey enn ikki vita hvussu tað ber til at so nógv so heitt vatn kann koma upp úr einum holi í Føroyum.

- Vit kenna til flógvar keldur í Føgoyum, har vatn á 16-18 stig kemur upp í smáum nøgdum, eitt nú Varmakelda í Fuglafirði, men tað er ikki at sammeta við hesa kelduna, segði Lis Mortensen við kringvarpið.

Jarðfeingið er nú farið at leita sær serfrøðingahjálp uttaneftir fyri at finna eina frágreiðing fyri tí, sum kollfirðingar nú eru vitni til.