Mynd: Jens Kr. Vang

- Eingin Heðin eigur at sleppa at gera fortreð fyri nakra komandi býráðssamgongu aftur

Jens Hákun Leo

03.01.2017 - 12:00

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Kommunalpolitikkur

Tann nýggja býráðssamgongan í Tórshavnar kommunu, við Anniku Olsen, borgarstjóra, á odda, ætlar sær at bera so í bandi, at løgtingið broytir kommunustýrislógina, so at ein fráfarandi býráðsmeiriluti ikki kann hóreiggja sær, so sum hann lystir ta síðstu tíðina, áðrenn hann skal skiftast út við ein nýggjan býráðsmeiriluta.

Hetta kom fram á tíðindafundinum, sum nýggja býráðssamgongan í Tórshavnar kommunu helt í dag í býráðshúsinum í Havn.

Harundir legði Annika Olsen upp til hesum viðvíkjandi, at tað ynskiliga er, at ein fráfarandi meiriluti bert virkar á ein fyrisitingarligan hátt ta síðstu tíðina, áðrenn hann skal skiftast út við ein nýggjan býráðsmeiriluta, hetta so at tann nýggi býráðsmeirilutin ikki verður bundin niður av tí fráfarandi.

Við hesum sipaði hon til ta ónøgd, sum hevur verið hesa seinastu tíðina í sambandi við, at fráfarandi býráð í Tórshavnar kommunu eftir kommunuvalið í november tók endaliga avgerð um, at kommunuskatturin komandi ár verður lækkaður við 0,75 prosentstigum, frá 19,75% til 19%.

Heðin spøkti yvir nýggju býráðssamgonguni
Tað ironiska í hesum boðskapinum viðvíkjandi tí ynsktu broytingini av kommunustýrislógini var, at meðan nýggja býráðssamgongan førdi fram ímillum linjurnar, at "eingin Heðin Mortensen" nakrantíð aftur eigur at fáa loyvi at gera fortreð fyri nakra komandi býráðssamgongu, stóð ein høggmynd av høvdinum hjá Heðini Mortensen í vindeyganum beint við síðurnar av, har tey sjey í tí nýggju býráðssamgonguni í Tórshavnar kommunu sótu. 

Á henda hátt kann ein heldur skemtiliga, ella heldur álvarsamt, halda fyri, at Heðin Mortensen spøkti í býráðshúsinum í dag, mestsum haldandi fyri við nýggju býráðssamgonguna, at "so lætt skulu tit ikki sleppa".

Spurningurin, sum stendur eftir hetta, er, um Heðin Mortensen fer at "spøkja" hesi komandi fýra árini og "anda ta nýggju býráðssamgonguna í nakkan", sum ein plagar at taka til, nú hann fer at sita í andstøðu í Tórshavnar Býráð. Livst, so spyrst.

Varaborgarstjóri í hálva tíð
Nýggja býráðssamgongan heldur í aðrar mátar eisini, at tað ikki kann vera rætt, at borgarstjórin er einasti fyrisitingarligi myndugleiki og umhugsar at seta í verk eina sonevnda ”magistrat-skipan”, har ið t.d. tað kann koma uppá tal, at varaborgarstjórin verður settur í hálvttíðarstarv.

Eisini kom fram á tíðindafundinum í dag, at Annika Olsen ikki fer at taka við starvinum sum forkvinna í Kommunufelagnum, hetta tí at tað er semja um, at borgarstjórastarvið krevur, at hon er í fullari tíð í starvinum sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. Hetta merkir eisini, at hon fer úr løgtinginum.