Jørleif Kúrberg. Mynd: Sverri Egholm

- Eingin kann arbeiða so nógv at hann er verdur 100.000 kr um mánaðin

Jens Hákun Leo

01.05.2017 - 16:02

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Arbeiðsmarknaður

Kann nakar arbeiða so nógv, at hann er verdur 100.000 krónur um mánaðin?

Hendan retoriska spurningin setti Jørleif Kúrberg, ferðaleiðari, tá ið hann í dag sum tann eini av trimum helt 1. mai dagsrøðu á Vaglinum í Havn.

Harundir legði hann í røðu sínari fyrst út við at greiða frá upprunanum handan Havnar Arbeiðsmannafelag, áðrenn hann millum annað tosaði um týdningin av einari rættvísari løn fyri arbeiðaran, setandi spurnartekin við tey, sum settu sær sjálvum eina høga løn.

Hendan útsøgn hansara kemur í kjalarvørrinum av eitt nú tíðindunum í farnu viku um, at formaðurin í landsbankanevndini hevur sett sær sjálvum til at fáa 16.000 krónur um mánaðin, næstformannin til at fáa 12.000 krónur og nevndarlimirnar til at fáa 8000 krónur um mánaðin - tilsamans 816.000 krónur um árið.

Henda sannroynd, at landsbankanevndin hevur sett sær ta løn, so sum tilskilað omanfyri, var eisini nakað, sum Kári Johansen, arbeiðsmaður, fanst hvassliga at í røðu sínari, har ið hann í aðrar mátar agiteraði fyri einari styttri arbeiðsviku enn teir núverandi 40 tímarnar og einari meira tíðarhóskandi feriulønarskipan.