(Mynd: Sverri Egholm)

- Eingin meining at bjóða inn til samráðingar

Sverri Egholm

07.01.2018 - 17:58

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Arbeiðsmarknaður

Jógvan Philbrow, formaður í pedagogfelagnum hevur ilt við at síggja hvussu ósemjan við Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið skal loysast, hóast verkfallið og verkbannið hevur verið galdandi í næstan fýra vikur.

Tað er einki samband millum partarnar og hvørgin vil flyta seg.

- Sum støðan er beint nú sær ikki út til at vera nøkur meining at bjóða inn til samráðingar. Tá man ikki hevur hug at virða tey krøvini og ynskini vit hava, so er lítið at samráðast um, segði hann við útvarpið í dag.

Hann er eisini vónsvikin av sitandi samgongu, sum sambært honum áður hevur sagt, at javnvágin millum teir ymsu lønarbólkarnar skuldi vera størri.

- Sum er í dag, so vil arbeiðsgevarin bara diktera hvørji lønarkrøv skulu vera góð nokk at koma ígjøgnum, og alt annað skal man bara skúgva til viks, segði Jógvan Philbrow við útvarpið.