Eingin olja vestan fyri Írland á hesum sinni


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Jan Müller

12.09.2017 - 10:21

Oljan >


Stórur spenningur hevur verið knýttur at eini boring á djúpum vatni vestan fyri Írland. Írska oljufelagið, Provicence Resources, fór sum fyritøðufelag undir at bora Druid og Dromberg leitimiðini í Porcupine lagdini, ið liggur 220 km. í ein sunnan og vestan fyri Írland. fyri tíð síðani, við stóra boriskipinum Stena IceMax, saman við oljufeløgunum Cairn, Sosina og Total. Nú upplýsir felagið, at eingin olja varð funnin í brunninum. Hóast talan er um eina einstaka boring í einum sera stórum og lítið kannaðum øki, so er turri brunnurin eitt bakkast fyri írsku oljuvónirnar. Írland skipaði fyri stuttum fyri eini sera væleydnaðari útbjóðing, har óvanliga nógv oljufeløg søktu um leitiloyvi.

Ein orsøk til at vónirnar vóru stórar til at gera eitt fund her vóru oljufund í Flemish Cap leitiøkinum eystan fyri Kanada. Jarðfrøðin har líkist nógv henni vestan fyri Írland. Hóast henda turra brunnin hava oljufeløg kortini vónir til at finna olju í Porcupine økinum, sum verður mett at kunna goyma stórar nøgdir av olju.

Írland hevur eina drúgva oljuleitisøgu. Brunnar vórðu longu boraðir har, langt áðrenn nakar tosaði um leiting við Føroyar. Higartil hevur úrslitið verið soltið, eitt stórt gassfund, sum fór undir framleiðslu fyri stuttum. Oljufelagið Shell stóð fyri tí boringini, sum ber heitið Corrib.

Tað var føroyska veitingarskipið Sjóborg, sum stóð fyri veitingartænastum til hesa seinastu boringini í Írlandi. Enn eitt av veitingarskipunum hjá Skansi Offshore, Kongsborg, er partur av eini aðrari spennandi boring á Atlantsmótinum, nevniliga boringini á Craster leitimiðinum eystan fyri føroyska markið. Tann boringin kann fáa stóran týdning fyri framtíðina hjá hesum økinum. Eitt fund vil gera økið vestan fyri Hetland uppaftur meira attraktivt fyri oljufeløg. Tað er stóra kinverska-kandadiska oljufelagið CnoocNexen, sum borar henda brunnin saman við BP.