(Mynd: EPA)

Eingin steðgar Manchester City

Ari av Rana

02.01.2018 - 22:33

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Fýra dystir vórðu spældi í Premier League í kvøld. Á heimavølli tók Manchester City ímóti Watford, og sum ikki einaferð enn vann Manchester City trygt.

Raheem Sterling legði heimaliðið á odda longu í fyrsta minutti, og longu eftir 13. minuttum gjørdi Watfrod verjuleikarin Christian Kabasele sjálvmál. Argentinski málrevurin hjá Manchester City, Sergio Aguero, økti til 3-0 í seinna hálvleiki, áðrenn Andre Gray minkaði um munin. Manchester City vann sostatt 3-1.

Tottenham vann 0-2 á útivølli á Swansea. Fernando Llorente byrjaði inni, nú Premier League toppskorarin, Harry Kane, hevur verið smá sjúkur, og hann takkaði fyri álitið við at skora til 0-1 í 12. minutti. Í 89. minutti staðfesti Dele Alli 0-2 sigurin, tá Harry Kane spældi hann frían.

Southampton kom best frá byrjan móti Crystal Palace, tá Shane Long legði heimaliðið á odda eftir 17 minuttir. Í seinna hálvleiki vendi Crystal Palace dystinum, tá James McArthur javnaði til 1-1 eftir 69 minuttir, áðrenn Luka Milivojevic skoraði til endaligu støðuna 1-2 eftir 80 minuttir.

Eisini West Ham vendi hóttandi tapi til sigur, tá teir gestaðu West Bromwich. James McClean legði gestirnar á odda eftir 30 minuttir, men Andy Carrol fekk javnvág í støðuna, tá hann skoraði í 59. minutti. Andy Carrol gjørdist stóra hetjan í dag, tá hann tryggjaði West Ham ein 2-1 sigur í síðsta minutti.