(Mynd: Erla þórey / icelandmonitor.mbl.is)

Einhyrningur fer á vælgerðandi uppboðssølu



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

12.10.2017 - 12:21

Tíðindi > Ísland

Íslendski veðrurin Einhyrningur, sum fekk stórt uppmerksemi fyrr í ár, skal nú tæna vælgerandi endamálum.

Eigarin av veðrinum, Erla þórey Ólafsdóttir, hevur gjørt av, at Einhyrningur skal seljast á eini uppboðssølu í Skaftárhreppi í november, har innkomni peningurin fer til vælgerandi endamál.

Síðan søgur og myndir av sjáldsama veðrinum kom fram í vár, hevur veðrurin livað eitt gott og friðarligt lív, sigur eigarin.

Hóast veðrurin gjørdist kendur við umrøðum í fleiri altjóða miðlum, so vildi Erla þórey ikki brúka hann sum útstilling fyri ferðafólk. Hann hevur gjøgnum summarið verið á eini trøð saman við øðrum veðrum. Men hann hevur verið eitt sindur einsamallur. Eigarin veit ikki, um orsøkin er, at hann er øðrvísi, ella tí at hann bara ynskir at vera einsamallur.

Einasti ótti, sum eigarin hevur fyri veðrinum er, um hann møguliga fær mein av stóra horninum, sum veksur beint úr enninum og bogar aftur móti rygginum. Sleppur hornið at halda fram at vaksa, kann tað taka í ryggin, skrivar enskmælti miðilin hjá Morgunblaðnum, Icelandmonitor.

(Broytt kl. 12.40)