Mynd: EPA

Einki brennievni eftir: - Tit mugu bíða í sjey minuttir

Jens Hákun Leo

01.12.2016 - 10:37

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

Tað er nú komið fram tíðliga í morgun, sambært fleiri altjóða miðlum, harímillum bretska The Guardian, at flogfarið, sum datt niður við 81 ferðafólkum í Kolumbia týsdagin, stutt áðrenn tað skuldi lenda í Medellin, hevði ov lítið av brennievni, og at tann eini flogskiparin umborð av somu orsøk fleiri ferðir bað eftirlitstornið (eftir øllum at døma tað í Medellin, red) um loyvi at lenda.

Men sambært The Guardian fekk flogskiparin at vita, at eitt flogfar, sum hevði mekaniskar trupulleikar, skuldi neyðlenda áðrenn, og at hann tískil mátti bíða í sjey minuttir eftir sínum tørni at lenda.

Alt meðan flogskipararnir á vanlukkuflogfarinum royndu at halda tørn hesar minuttirnar, gjørdust teir alsamt meira ráðaleysir, og boðaði tann eini eftirlitstorninum at enda frá, sum tað síðsta eftirlitstornið hoyrdi frá teimum, áðrenn teir fýra minuttir seinri rendu inn í ein fjallarygg, at tað var ”fullkomið mekaniskt ólag umborð á flogfarinum, einki brennievni eftir”.

The Guardian greiðir frá, at flogfarið skuldi annars eftir ætlan millumlenda í Cobija, heilt har norðuri í Bolivia, hetta til tess at fylla brennievni á, men orsakað av seinkingum fór flogfarið ikki avstað til tíðina úr Sao Paulo í Brasilia og kundi tí ikki lenda í Cobija sum ætlað, hetta tí at tá var ov seint á degi, og flogvøllurin har tá var stongdur.

Flogfarið millumlendi í staðin í Santa Cruz de la Sierra, nakað væl longur suðuri í Bolivia.

76 av teimum 81 ferðafólkunum umborð doyðu. Harav vóru fleiri teirra leikarar hjá brasilianska felagnum Real Chapecoense.

P.S. (17.53 - 01.12.2016): Upprunaliga kom fram, at 81 fólk vóru umborð á vanlukkuflogfarinum, og at 76 av teimum doyðu. Men sambært nýggjastu tølunum, sum fleiri altjóða miðlar, harímillum BBC, sipa til, og sum niðanfyristandandi viðmerkjari eisini vísir á, vóru 77 fólk umborð á vanlukkuflogfarinum, og doyðu 71 av teimum, tá ið flogfarið datt niður.