Einki Game of Thrones fyrr enn í 2019

Sverri Egholm

04.01.2018 - 22:44

Mentan >

Ikki góð tíðindi til Game of Thrones fjepparar…

Tað verður ikki fyrr enn í 2019 at áttanda umfar heimsins best umtóktu sendirøð kemur. Tað boðar framleiðarin, HBO, frá í dag. Tá verða síðstu seks partarnir av sendirøðini tøkir.

Longu í summar tá sjeynda umfar kom út vóru leysasøgur um, at tað fóru at ganga tvey ár, áðrenn vit fóru at síggja Jon Snow, Daenerys Targaryen og hini frá Game of Thrones aftur. Annars hevur tað verið eitt ár millum umførini av sendirøðini, sum á hvørjum ári hevur verið alsamt betri umtókt um allan heimin.

Júst nær í 2019 Game of Thrones verður aftur er enn ikki greitt. Upptøkurnar til seinasta umfar byrjaðu í oktober, og eru væntandi lidnar í august mánaði.