Einki mál kom í Parken

Ingi Samuelsen

12.11.2017 - 09:49

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Úrslitið av fyrra play off-dystinum millum Danmark og Írland í gjárkvøldið gjørdist 0-0. Nú skulu danir vinna á Aviva Stadium, fyrrverandi Landsdown Road Stadium, í Dublin týskvøldið, um teir skulu víðari til HM í Russlandi í summar.

Tað var greitt, at írar vóru komnir til danska høvuðsstaðin fyri at verja, og teir vóru tí sera nøgdir við at spæla javnt móti Christian Eriksen og hansara monnum.

Danir hinvegin, sum høvdu yvirvág í spæli, megnaðu ikki at lata hartarbeiðandi írsku verjuna upp, og spælið gjørdist hugskotsleyst. Danir høvdu tó nakrar góðar møguleikar fyri at skora, men tað eydnaðist ikki.

Dysturin varð spældur á vanliga heimavøllinum hjá danska landsliðnum, Parken í Keypmannahavn. Men Parken vísti seg ikki at vera tann stóri heimafyrimunurin, hóast leikvøllurin var fyltur av væl stuðlandi áskoðarum.

Tað var sjálvur vøllurin, ið fekk skuldina fyri laka úrslitið.

- Vøllurin var í so ringum standi, at vit ikki fingu okkara vanliga spæl við skjótum avleveringum eftir jørð at koyra. Tá írar so pakka seg saman í verjuni, er ikki lætt at koma ígjøgnum, segði norski venjarin hjá danska landsliðnum, Åge Hareide, eftir dystin.

- Hevði vøllurin verið betri høvdu vit farið inn við eini aðrari ætlan, segði Hareide, sum roknar við, at vøllurin í Dublin er betri, og hann tí verður ein fyrimunur fyri danska liðið.

Dysturin í Írlandi verður spældur týskvøldið.

Tveir avgerandi dystir í dag
Í dag vera tveir spennandi play off-dystir spældir, ið eru avgerandi fyri HM-luttøku í summar.

Klokkan 16 spæla Sveits og Norðurírland í Basel. Sveisar hava eitt betri útgangsstøði, tí teir vunnu dystin í Belfast hóskvøldið 1-0 upp á eitt sera ivasamt brotsspark.

Klokkan 18.45 spæla Grikkaland og Kroatia í Pireus. Grikkaland fær trupult við at gera seg galdandi í kappingini um at koma við til Russlands í summar, tí Kroatia vann heimadystin heili 4-1.