Einki nýtt at frætta

Sverri Egholm

14.01.2018 - 00:27

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Arbeiðsmarknaður

Enn er einki nýtt at frætta um samráðingarnar á Hotel Føroyum.

Partarnir skuldu geva svar á midnátt, men enn hevur semingsstovnurin einki frætt.

Fyrr í kvøld varð semingsuppskot lagt fyri partarnar, Pedagogfelagið øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hinu megin, og partarnir skuldu geva boð frá sær á midnátt.

Okkurt verður væntandi at frætta seinni í nátt ella í morgin tíðliga.