Dekkað er upp til drúgvar samráðingar í Løgtinginum (Mynd: Ingi Samuelsen)

Einki nýtt frá samráðingunum

Ingi Samuelsen

07.09.2015 - 11:33

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Enn er einki at frætta um, hvørt tað verður fuglur ella fiskur. Samráðingarnar millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi, Framsókn og Nýtt Sjálvstýri halda fram í dag, men uttan fyri samráðingardyrnar er ikki nógv at frætta frá hvussu gongur.

Samráðingarnar ganga sína gongd, verður sagt, og einki bendir á, at nakað veruligt úrslit spyrst burtur úr samráðingunum hvørki í dag ella í morgin.

Tá Portalurin vitjaði á Gamla Apoteki og í Løgtinginum fyrrapartin, vóru flokkarnir farnir hvør í sítt rúm at tosa um støðuna. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldið fundaðust í løtginginum, Framsókn og Sjálvstýrið á apotekinum.

Aksel V. Johannessen, samráðingarleiðari, segði í útvarpinum hjá KvF fyri løtu síðani, at eitt uppskot til samgonguskjal møguliga kann verða orðað síðst í hesi vikuni.