- Einki uttanumtos á løgtingi

Ingi Samuelsen

15.09.2015 - 10:06

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

- Eg beri ikki tøgnina við mær á ting. Eg fari at krevja av okkara landsstýrisfólkum, at tey ikki tosa uttanum. Greiðir spurningar krevja greið svar.

Nývaldi tingformaðurin, heimasandsmaðurin úr Tjóðveldi, Páll á Reynatúgvu, kom við fleiri lyftum tá hann helt eina væl fyrireikaða røðu eftir at verða valdur til tingformann við øllum 33 atkvøðunum á tingi.

- Tað er ein stórur heiður fyri meg at verða valdur í landsins tignarligasta embæti, segði hann.

Millum lyftini var at virða fjølbroytni og at styrkja løgtingið sum stovn, bæði mótvegis landsstýrinum og fólkinum. Hann lovaði eisini at bjóða løgtingslimum skúling og skeið, so tey verða betri brynjað til arbeiðið.

Eisini lovaði Páll á Reynatúgvu fjølmiðlunum betri og virðiligari arbeiðsumstøður á tingi.