(Mynd: jn.fo)

Einkultir handilsskúlanæmingar royndu at tarna ferðsluni í morgun



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

17.05.2018 - 09:27

Tíðindi > Mentan > Barna- og ungdómsmentan

3. árs handilsskúlanæmingarnir hava skulkidag í dag. 

Jn.fo sigur, at næmingarnir byrjaðu í Sandavági seint í gjárkvøldið og fóru um 7 tíðina í morgun til Havnar við bussi.

Tað hevur tó ikki verið nakað serligt hóvasták av handilsskúlanæmingunum. Vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at tvey fólk ringdu inn beint áðrenn kl 08:00 í morgun um, at næmingar forðaðu fyri ferðsluni á Marknagilsvegnum í Havn. 

Løgreglan var á staðnum eitt sindur yvir kl 08:00, og tá gingu tríggir handilsskúlanæmingar á miðteignum á vegnum, men eingin forðaði ferðsluni tá. 

Sí myndir frá í gjár: Ruðuleikin í Hoydølum