Einmansleikur um konu Luthers á pall í Klaksvík



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

12.09.2017 - 10:28

Mentan > List > Leiklist

Leiklistin og tónlistin sameinast í Posthúskjallaranum í Klaksvík, har tey í hesum døgum arbeiða við at seta á pall spennandi leikverkætlan. Eyð Matras hevur sjálv skrivað leikin um Kathrinu van Bora, konu reformatorin Martin Luther.

Tað er toymið Eymaleik, ið hevur tikið stig til og stendur fyri hesi heldur ørvísi verkætlanini. Eymaleik, sum er sjónleikaraverkætlan hjá Eyð Matras, hevur áður framleitt einrøðuleikirnar “Sjóvevur” í 2007 og “Í tínum hondum” í 2011.

Leikurin sum fær frumframførslu í Posthúskjallaranum í Klaksvík 6. oktober eitur “Morgunstjørnan yvir Wittenberg”, og er einrøðuleikur um lívið hjá Katharine von Bora.

Katarine vaks upp í einum kleystri, og 16 ára gomul gjørdist hon nunna. Men í 1523 flýggjaði hon úr kleystrinum, saman við 11 øðrum nunnum, og kom til Wittenberg. 24 ára gomul giftist hon við Martini Luther, sjálvum reformatorinum.

Tjúkkar bøkur eru skrivaðar um Martin Luther, men tað er ikki fyrr enn í nýggjari tíð, at áhugi er fyri kvinnuni, sum stóð við lið hansara undir reformatiónini.

Katharine hevði stóran týdning fyri lív og virksemi Luthers. Í brøvum kallar hann hana “Mín hjartans kæra” og “Morgunstjørnan yvir Wittenberg”, og hjúnaband teirra gjørdist fyridømi hjá modernaðu Luthersku familjuni. Katharine von Bora var ágrýtin og sjálvstøðug, og hevði ábyrgdina av húsarhaldinum sum til tíðir taldi 40-50 fólk. Hon var lærd, stóð fyri øllum tí fíggjarliga og var ómetaliga dugnalig at fyriskipa. Í spølni kallar Martin Luther hana eisini fyri “Mín harra Kæthe”.

“Morgunstjørnan yvir Wittenberg”, ið Eyð Matras hevur skrivað, er ein dramatisk forteljing, um lívið hjá hesi serstøku kvinnu.

Leikstjórin, Ria Tórgarð hevur lagt dent á sambandið ímillum frásøguna, ið Eyð Matras ber fram, tónleikin, ið Magni Husgaard hevur komponerað og sjálvt hølið, ið við sínum ráu betong veggjum verður livandi karmur um sýningina.

Einrøðuleikurin um Katharinu von Bora er soleiðis bæði upplýsing, ein spennandi søga og ein heildaruppliving við tónleiki, atmosferu, ljósi, litum og lukti.

Toymið kring leikin:

Rithøvundur: Eyð Matras
Leikstjóri: Ria Tórgarð
Leikari: Eyð Matras
Tónleikur og ljóðmynd: Magni Husgaard
Ljóssniðgevi: Árni Baldvinsson
Pallmynd: Ria Tórgarð
Pallgerð: Nicolaj Falck og Klæmint Isaksen
Teskari: Hervør Jensen
Props og rekvisittir: Ria Tórgarð, Guðrið Poulsen
Búni: Marita Samson Sigurdardóttir
Framleiðslustjóri og PR: Durita Samuelsen

(Rættað 16.53)