(Upptøka: Frank Madsen)

Eitrandi roykur fjaldi býin

Ingi Samuelsen

09.06.2017 - 14:34

Tíðindi > Suðuroy - Tvøroyri

Alt bendir á, at uppsjóvarvirkið hjá Varðanum Pelagig nærum er lagt í oyði í stóra eldsbrunanum í dag. Vit hava fingið hesar myndir sendandi frá Frank Madsen, frá tá eldurin júst var kyknaður og fyrstu sløkkiliðsbilarnir komu til staðið.

Tamarhald er nú fingið á eldin, men løgreglan boðar frá, at trygdarstøðan framvegis er ein kilometur, og heitt verður tí á fólk um at lata vera við at koma nærri inntil nærri boð frættast.