(Mynd: Portal.fo)

- Eitrið tykist at gera mun

Sverri Egholm

15.05.2018 - 12:16

Tíðindi >

Eitrið, sum IRF hevur fingið til landið til at basa flugupláguni í Leirvík, tykist at gera mun.

Tað sigur stjórin í IRF, Poul Andrias Joensen, við Kringvarpið í dag.

Flugurnar eru ikki so nógvar nú, heldur hann.

Talan er um eini 7.000 tons av burturkasti, sum eru ballað og goymd í grótbrotinum úti í Vík í sambandi við umvæling av ovninum á brennistøðini hjá IRF á Hagaleiti.

Ovnurin verður klárur í morgin ella hósdagin, og tá verður ruskið aftur brent. Tað fer helst at taka umleið eitt ár, at brenna burturkastið í grótbrotinum.