Mynd: Jens Kr. Vang

Eitt av seinastu ferðamannaskipum í ár

Steinar Patursson

08.09.2015 - 09:12

Tíðindi > Tíðindi > Skipasøga

Í morgun lá enn eitt ferðamannaskip í Havn.

Talan er um Artania, ið er bygd í Helsinki í 1984. Artania hevur heimstað í Bermuda og tekur 1260 ferðafólk. Hon er 230 metrar lang og 29 metrar breið.

Artania er ferðamannaskip nummar 61 í Havn í ár og verður eisini eitt av teimum seinastu, tí bert tvey ferðamannaskip eru skrásett at koma aftrat. Eurodam kemur 11. sept. og Sea Spirit kemur aftur fyri aðru ferð í ár 1. okt.