(Mynd: Tróndur Dalsgarð)

Eitt enn betri FMA

Tíðindaskriv

22.03.2017 - 13:53

Mentan > Mentan > Tónleikur
Hevur tú eina meining um, hvussu FMA 2017 var? Og hevur tú eitt hugskot um, hvussu FMA 2018 kann vera? Kom so við á fund í Norðurlandahúsinum týsdagin 28. mars klokkan 18.00.

Fundurin er serliga ætlaður Áhugabólkinum handan FMA, tónleikafeløgum, tónleikarum og tónleikaáhugaðum. Á skránni er ein stutt frágreiðing um FMA 2017 og so verður annars høvi at seta spurningar og skifta orð um FMA.

FMA er eitt tiltak, sum Norðurlandahúsið, Miðlahúsið og Kringvarp Føroya skipa fyri í felag, men FMA er fyrst og fremst eitt tiltak fyri føroyskar tónleikarar og tónleikaáhugað - og tí tað ógvuliga týdningarmikið, at sjónarmiðini hjá hesum parti verða hoyrd. Tónleikarar og tónleikaumhvørvið eru eisini umboðað við tveimum limum Arbeiðsbólkinum, teir eru Knút Háberg Eysturstein og Sunleif Rasmussen. Tiltakslimur fyri teir er Jógvan Andrias Joensen - hesir vóru valdir á aðalfundi í vár.

Eyðfinn Jensen er umboð fyri Kringvarp Føroya, Barbara Holm fyri Miðlahúsið og Fróði Vestergaard fyri Norðurlandahúsið. Hesi hava valt Rólant Waag Dam at samskipa arbeiði.

Eftirmetingarfundurin verður í Norðurstovu í Norðurlandahúsinum týsdagin klokkan 18.00 og endar klokkan 20.00.