Mynd: Runavik.fo

- Eitt hvørt barn kundi teknað handan kassan



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

15.05.2018 - 20:35

Tíðindi >

Kjak hevur tikið seg upp um útsjóndina av nýggju kirkjuni, sum skal byggjast á Glyvrum. Millum annað borgarstjórin í Runavíkar kommunu, Torbjørn Jacobsen, hevur ikki nógv positivt at siga.

- Hatta er væl bara ein kassi, sum ein og hvør kann tekna. Eitt hvørt barn kundi teknað handan har kassan. Hatta er einki annað uttan ein kassi, segði hann við Dag & viku í kvøld.

- Eg havi ferðast nokkso nógv ov víða í heiminum, og tað fyrsta tú sært tá tú kemur til ein bý er kirkjan. Og tú sært eisini, at tað er ein kirkja.

- Eg eri samdur við teimum, sum á sosialu miðlunum siga at hendan kirkjan líkist í hvussu so er ikki einari kirkju, segði hann.

Hans Jacob Lamhauge, kirkjuráðsformaður, segði við Dag & viku í kvøld, at hetta ikki verður endaliga útsjóndin av kirkjuni.