Mynd: Jens Kr. Vang

Eitt stig í part í Klaksvík

Sverri Egholm

11.08.2017 - 18:52

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Festivaldysturin endaði við javnleiki 1-1 og oddaliðið og nummar trý deila sostatt stigini.

Tað var eitt skert KÍ lið uttan Páll Klettskarð og Hørð Askham, sum í dag tók ímóti Víkingi við Djúpumýru.

Og klaksvíkingar fingu ein skelk í fyrsta minutti tá Víkingur legði seg á odda 1-0. Spakuliga fótaði KÍ sær og beint fyri hálvleik javnaði Jákup B. Andreasen við høvdinum fyri heimaliðið. Hetta var eisini støðan í hálvleikinum.

Stórur spenningur var í seinna hálvleiki og bæði liðini royndu eftir avgerðandi málinum. Tað kom ongantíð og úrslitið gjørdist 1-1.

Støðan í Effodeildini:
1. Víkingur (36 stig)*
2. NSÍ (33 stig)
3. KÍ (33 stig)*
4. B36 (29 stig)
5. HB (24 stig)
6. EB/Streymur (21 stig)
7. TB/FCS/Royn (20 stig)
8. Skála (17 stig)
9. 07 Vestur (14 stig)
10. ÍF (6 stig)

*Ein dyst fleiri


Dystirnir í morgin
TB/FCS/Royn - B36 (15:00)
ÍF - Skála (15:00)
HB - NSÍ (17:00)
07 Vestur - EB/Streymur (17:00)