Eitt stórbært veðraprýði fyri býin

Ingi Samuelsen

10.08.2017 - 11:04

Mentan > List > Myndlist

Veðrurin er eitt ikon fyri Klaksvík. Vit kenna kanska best veðrahøvdið frá lokala bjórinum og ikki minst frá ikonisku tekningini hjá Archibald Black á LP’ini hjá Straght Ahead, ið ikki verður kallað annað enn ’veðraplátan’.

Men nú hevur Klaksvíkin fingið enn ein ikoniskan veðr.

Tað er garðurin undir gomlu sýslumanshúsunum/politistøðini í Klaksvík, sum her í Summarvikuni upp undir Summarfestivalin er peppaður upp til eitt stórbært listaverk.

Tað er ungi listamaðurin í Klaksvík, Jan Nystrøm, sum hevur teknað veðrahøvdið.

- Eg varð spurdur, um eg vildi gera okkurt listaverk á garðin, og tað var eg sjálvandi við uppá beinanvegin. Vit hava verið fleiri við í fyrireikingunum, og vit vóru øll samd um, at garðurin skuldi fáa eina bakgrund fyrst.

- Tað var Edward Fuglø, sum kom við hugskotinum at mála eitt byndingarmynstur á garðin. Síðan hevur Rasmus Biskopstø staðið fyri at mála garðin morðreyðan, og Heri Schwartz Jacobsen og Claus Rasmussen gjørdu eina skabelón, so at mynstrið kundi sproytast á garðin upp á vanligan ’grafitti-hátt’, greiðir Jan Nystrøm frá.

Sjálvur hevur hann staðið fyri at mála hvíta veðrin við hesum hugtakandi hornunum. Myndin er teknað upp á garðin við eini serligari, haldbærari tussj, greiðir Jan Nystrøm frá.

Ætlanin var, at listaverkið skuldi skapast ígjøgnum alla hesa vikuna, men veðrið broytti ætlanirnar eitt sindur.

- Tá tað gjørdist greitt, at tað fór at regna, og veðrið sostatt vildi gerast óegnað til málingararbeiði uttandura, valdi eg at taka mær frí frá arbeiðinum í gjár, og so gera tekningina lidna, meðan veður var til tað. Í dag hevði verið ómøguligt at gjørt nakað, soleiðis sum veðrið er. Men kanska tað verður betri leygardagin, so fari eg kanska at tekna nakrar stikur afturat, sigur Jan Nystrøm.