Úr filminum Jätten, sum verður sýndur mikudagin

Eitt tyssi av góðskufilmum frá Filmsfelagnum í komandi viku


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Ingi Samuelsen

13.09.2017 - 13:30

Mentan > List > Filmslist

Komandi viku verða nógvir spennandi nýggir filmar á skránni í Havnar Bio, tá Filmsfelagið hevur sín árliga heystfestival, Filmsdagar í Felag frá mikudegnum til sunnudagin.

Umframt dygdarfilmar, sum verða vístir í stóra salinum kl. 20.30 hvørt kvøld, er eisini serlig skrá við filmum, har ljós verður varpað á eldri og ættarliðsspurningar. Eldrabio kallar Filmsfelagið hesa skránna.

Eisini er ein barnaskrá við tveimum væl umtóktum barnafilmum.

Filmarnir eru hin svenski ’Kempan’ (Jätten, Johannes Nyholm 2016), amerikanski heimildarfilmurin City of Ghosts’ (Matthew Heineman 2017), bretski ’Tulipanfepur’ (Tulip Fever, Justin Chadwick 2017), finski ’Ljós í Myrkri’ (Toivon tuolla puolen, Aki Kaurismäki 2017) og hin eysturríkski filmurin Stefan Zweig: Farvæl Evropa (Vor der Morgenröte - Stefan Zweig in Amerika, Maria Schrader 2016).

Filmarnir á skránni fyri Eldrabio eru hin nýsælandski ’Patriarkurin’ (Mahana, Lee Tamahori 2016), japanski ’Eftir Illveðrið’ (Umi yori mo mada fukaku, Hirokazu Koreeda 2016) og nýggi filmurin hjá danska Erik Clausen, ’Aldrig Mere I Morgen (2017).

Barnafilmarnir eru ’Bilar 3’ og ’The Lego Ninjago Movie’ (2017) í 3D og 2D. Hesir verða vístir fleiri ferðir bæði á donskum og enskum.