Fiskidagar: Eivin Jacobsen atkvøddi ímóti samgonguni

Kaj Joensen

13.08.2014 - 20:42

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Løgtingið samtykti ídag uppskotið hjá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, um ásetingar av fiskidøgunum næsta ár. Landsstýrismaðurin skeyt upp at varðveita sama fiskidagatal, sum í inniverandi ári.

Meirilutin í Vinnunevndini, umboð fyri Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Sjálvstýrisflokkin, tók undir við uppskotinum.

17 atkvøddu fyri uppskotinum og 10 ímóti.

Eivin Jacobsen, í Sambandsflokkinum og limur í samgonguni, atkvøddi í móti uppskotinum.

- Eg fái meg ikki til at taka undir við uppskotinum. Eg havi roynt at sagt frá, men eingin lurtar, og nú lurti eg eftir mær sjálvum, sigur Eivin Jacobsen.

Hann sigur, at løgtingið má taka tilráðingarnar hjá Havstovuni í álvara. Havstovan hevur mælt til ein stóran niðurskurð av fiskidøgunum, tí hýsu og toskastovnarnir eru so illa fyri. Eivin Jacobsen heldur ikki, at politikarnir í samgonguni taka ikki tey stigini sum eru neyðug, og harafturat er hann ónøgdur við, at Havstovan er fyri atfinningum.

Meirilutin í samgonguni skrivar í álitinum, at eitt umboðsráð eigur at verða sett á stovn, so landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fær eitt tilmæli.

Hetta er Eivin Jacobsen serliga ónøgdur hendan partin, tí í samongunskjalinum verður lagt til eina endurreisingarætlan, og við hesum tilmælinum kemur endurreisingarætlanin í aðru røð.

- Eg veit einki um hetta umboðsráðið. Hetta er eitt nýtt hugtag og er als ikki viðgjørt í flokkinum, sigur Eivin Jacobsen.

Í samgonguskjalinum stendur: "Umsitingarætlanin frá 24.10.2011 verður grundarlag undir viðgerðini av framtíðar reguleringum av fiskiskapinum av høvuðsfiskasløgunum, toski, hýsu og upsa."

Eivin Jacobsen sigur, at hann er bangin fyri at endurreisingarætlanin við hesum dettur niðurfyri, og tað er eisini ætlanin hjá Fólkaflokkinum.

Hann sigur eisini, at áltið hjá minnilutanum, andstøðuflokkunum Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi, liggur nærri samgonguskjalinum enn áltið hjá meirilutanum.

Uppskotið hjá minnilutanum í Vinnunevndini um skerja fiskidagatalið við fimm prosentum fall. 

Uppskotið um fiskidagarnar skal til triðju viðgerð fríggjadagin.