(Mynd: bbc.com)

Eivør skal syngja Trøllabundin hjá Jools


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Ingi Samuelsen

20.04.2017 - 08:33

Mentan > Mentan > Miðlar & fólk

Dugnaliga føroyska sangarinnan, Eivør Pálsdóttir, rakar eitt av hæddarpunktunum á síni leið sum listafólk, tá hon hósdagin fer at traðka fram í enska sjónvarpinum hjá BBC Two.

Í gjár kundi Eivør kunngera, at hon er boðin at vera gestur hjá Jools Holland í sendingini ”Later... with Jools Holland” komandi hóskvøld, sjálvan flaggdagin.

Talan er um eitt sera kent tónleikashow, sum hevur koyrt síðan 1992, og hevur havt so at siga allar teir kendastu tónleikararnar í heiminum sum gestur. Tað er avgjørt eitt dygdarstempul fyri einhvønn tónleikara at hava verið boðin innar av sjálvasta Jools Holland.

Og tað eru eisini stór nøvn, sum annars eru á skránni, tá Jools letur dyrnar upp. Hinir gestirnir hetta kvøldið eru Jamiroquai, Tha Amazons, Robert Cray & Hi Rhytm, Jain og Beth Ditto.

Sambært heimasíðuni hjá BBC skal Eivør í sendingini syngja lagið ”Trøllabundin”, einsamøll saman við trummuni.

Eivør hevur fleiri konsertir í Onglandi í mai og juni saman við Konni Kass.