En røkist einki fyri, at vit fáa eina áfyllingarstøð við vetni í Føroyum. Myndin er frá fyrstu slíku áfyllingarstøðini, sum lat upp í Polandi í 2015 (Mynd: EPA)

El- og vetnisbilar skulu sleppa undan mvg



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

02.03.2017 - 07:04

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Orkupolitikkur

Í royndini at skunda undir søluna av bilum, sum einki CO2-útlát hava, mælir landsstýrið nú til, at møguligt skal vara at fáa meirvirðisgjaldið aftur fyri el- og vetnisbilar, sum eru keyptir áðrenn 1. januar 2019.

Kristina Háfoss, landsstýriskvinna við fíggjarmálum, hevur lagt fyri tingið uppskot um eina tíðaravmarkaða broyting í meirvirðisgjaldlógini, so at keyparar av ravmagns- ella vetnisbilum kunnu fáa upp til 70.000 krónur av meirvirðisgjaldinum.

Hetta svarar til, at bilurin er mvg-fríður upp til ein prís á 350.000 krónur við mvg.

Málið er at seta eyka ferð á umleggingina av motorakførum, sum nýta dálkandi brennievni, til sokallað ”grøn” motorakfør, skrivar landsstýriskvinnan í viðmerkingunum.

Orsøkirnar til tíðaravmarkingina eru fleiri, vísir landsstýriskvinnan á.

- Tøkniliga menningin av grønum motorakførum gongur skjótt, og prísirnir eru á veg niðureftir, tí má væntast at el- og vetnisakfør um fá ár verða kappingarfør í prísi við vanlig akfør, og tá verður ikki neyðugt við eini serligari afturberingarskipan. Eisini verður mett rætt at eftirmeta tílíka skipan eftir tveimum árum. Hartil kann ein tíðaravmarkað skipan hava stimbrandi ávirkan á áhugan hjá fólki at umleggja frá dálkandi akfari til meira grønt akfar.