Eldar Sætre heldur fram (Mynd EPA)

Eldar Sætre heldur fram sum stjóri í Statoil



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

25.10.2017 - 11:38

Oljan >

Við 62 ára aldur kann samtaksstjórin í Statoil, Eldar Sætre fara frá við fullari pension. Men so verður ikki. Stjórin í Statoil hesi seinastu árini ætlar sær at halda fram í hesum eina tí týdningarmiklasta stjórasessinum í Norðurlondum skriva norski miðlar. Tað er eftir áheitan frá stýrinum í Statoil, at Eldar Sætre hevur gjørt av at halda fram. Tað hevur eydnast honum at fremja fleiri týðandi broytingar í hesum risastóra felagnum, sum í dag telist millum tey størstu í Europa. Hann hevur staðið á odda fyri felagið í eini sera torførari broytingartíð. Hann verður eisini mettur at vera tann rætti til at leiða fyritøkuna, nú arbeitt verður fram ímóti at gera felagið til eitt meira fjøltáttað orkufelag, har varandi orka gerast ein støðugt meira týðandi partur. Hetta heldur Jon Erik Reinhardsen, formaður í stýrinum hjá Statoil.

Sætre sigur seg vera sera væl nøgdan við gongdina hesi árini hann hevur staðið á odda fyri felagið. Nú Eldar Sætre heldur fram veksur grundlønin til 8,8 mill. kr. um árið.

Statoil, sum Sætre nú fer at stjórna víðari, var eitt tað mest virkna oljufelagið í leitingini í Føroyum. Felagið var við til at bora fýra av teimum níggju brunnunum, sum vórðu boraðir í tíðarskeiðnum frá 2001 til 2014. Og var tað undir leiðslu av Helge Lund. Sætre tók við í 2015, tá Statoil hevði latið seinasta leitiloyvi á føroyska landgrunninum innaftur. Eisini segði felagið øllum starvsfólkunum upp og lat skrivstovuna í Havn aftur. Fyri felagið var tað eitt vónbrot ikki at finna olju og gass í rakstrarverdum nøgdum í føroysku undirgrundini, eftir at hava brúkt fleiri mia. kr. til leitingina.