(Mynd: Reidar Simonsen)

Eldfráboðanir bæði í hangarinum á flogvøllinum og í Saltsiloini



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

19.04.2018 - 13:22

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Løgregla

Tvær eldfráboðanir hava verið við stuttum millumrúmi í dag, verður sagt av løgreglustøðini.

Eldávaringin í hangarinum á flogvøllinum fór frá, tá arbeitt var í hangarinum. Hetta vísti seg tó at verða ein lítil eldur og hesin varð sløktur beinanveg. Arbeiðsfólk vóru í ferð við at sveisa, tá ein glóð festi í eina pappeskju. Fólkið á staðnum fekk sjálvt sløkt eldin, og tí var ikki stórt hóvasták burturúr hesum.

Eisini í Saltsiloini á Drelnesi fór eldávaringin í gongd. Her vóru arbeiðsfólk í ferð við at pussa betong, og støvið frá betonginum kom í skipanina og setti eldávaringar í gongd. Tvøroyrar sløkkilið varð sent á staðið at kanna umstøðurnar.