Mynd: Eilif Jógvansson

Eldur í lastini á russiskum skipi á Skála

Sverri Egholm

20.09.2014 - 22:21

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Løgregla

Klokkan 12:40 komu boð umvegis alarmsentralin, at eldur var umborð á einum russiskum skipi á dokkini á Skála Skipasmiðju.

Skálafjarðar Sløkkilið vóru skjótir á staðnum og fingu staðfest at tað var eldur í lastini, men at russarinir umborð høvdu lukka alt av so ilt ikki kom til. Hetta upplýsir Vilhelm Olsen, átaksleiðari, fyri Portalinum, tá vit ringja at hoyra hvussu tað hevur gingið.

- Sløkkiliðið riggaði til beinanvegin og høvdu tveir roykkavarar í lastini í senn. Tamarhald kom á støðuna nakað seinni og tá kundi staðfestast at tað var nakað brent í lastini, sigur Vilhelm.

- Vit hava gjørt eina rundu afturat og alt sær út, sum tað eigur. Í løtuni rigga vit av, sigur Vilhelm Olsen at enda við portal.fo.

Les eisini: Møguligur eldur umborð á russiskum trolara

Les eisini: Fleiri myndir: Sløkkiliðið umborð á russiskum trolara á Skála