Mynd: sudurras.fo

Eldur í Varðanum Pelagic: Løgreglan ávarar fólk um at halda seg burtur

Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg

09.06.2017 - 09:15

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Eldsbruni

Eldur er í á Varðanum Pelagic á Tvøroyri, skrivar sudurras.fo. Nógvur roykur kemur frá virkinum. Brunaliðini úr allari Suðuroynni eru í løtuni á veg til Varðan Pelagic, har brunaliðið á Tvøroyri longu er.

Løgreglan heitir á fólk um at halda seg burtur frá økinum, tí ammoniakk er á virkinum, og tað kann vera sera vandamikið.

Heitt verður á fólk, sum búgva á Tvøroyri, um at fara frá húsunum og halda seg móti Trongisvági.

Portalurin fylgir málinum.

Hevur tú myndir ella video? Send okkum á redaktion@knassar.fo