Eldur í Bónus í Hoyvík (Mynd: Sverri Egholm)

Eldur komin í Bónus í Hoyvík

Niels Petersen

06.12.2016 - 20:11

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Eldsbruni

Fyri lítlari løtu síðani komu sløkkiliðsbilar og løgreglubilar í stórum skundi og fullari útrykking niðan til Hoyvíkar. Eldur var komin í Bónus handilin har uppi. Vakthavandi á løgreglustøðini hevði úr at gera við at taka telefonina, men kundi tó vissa okkum um, at talan ikki var um nakran persónsskaða.

Tað var beint fyri klokkan 20, at fólk í Hoyvík hoyrdi sirenurnar ýla, og byrjaðu at undra seg yvir, hvat var á vási.

Sum skilst kemur nógvur roykur úr bygninginum, men onki er enn at frættu um orsøkina til eldin, ella um, hvussu umfatandi skaðin er.