North Ocean liggur í dag á Molanum í Havn. Mynd: Jens Kr. Vang

Eldurin var køvdur, men hitin hevur verið nógvur

Ingi Samuelsen

07.01.2015 - 20:40

Tíðindi > Lóg & Landaskil > Eldsbruni

Ongar gløður vóru eftir í maskinrúminum á russiska trolaranum North Ocean tá Brimil kom á Havnina við honum tíðliga í morgun.

Sløkkiliðið í Havn var á molanum og tók ímóti, og roykkavarar fóru beinanvegin niður í maskinrúmið at kanna viðurskiftini.

- Tað var ongin ivi um, at eldurin var sløktur tá teir komu inn, tí tá var skipið kólnað aftur. Men teir høvdu skalkað alt væl og virðiliga til, so ongin hevði verið har niðri áðrenn okkara roykkavarar, greiðir Heini Østerø, átaksleiðari hjá Tórshavnar Sløkkiliði frá.

Hann greiðir frá, at ongin ivi er um, at heilt nógvur hiti hevur verið í maskinrúminum. Allar installasjónir á høvuðsmotorinum eru oyðilagdar, og sama er eisini galdandi fyri allar káplar og innleggingar undir dekkinum yvir maskinuni eru eisini oyðilagdar.

- Vit kundu staðfesta, at eldurin var væl og virðiliga køvdur, tá komið var á Havnina. Sløkkiskipanin við koltvísúrni hevur virkað sum hon skuldi. Eg kann bara staðfesta at menninir umborð hava verið hepnir, tí skaðin kundi væl verið nógv størri, staðfestir átaksleiðarin.

Men sløkkiliðið kundi staðfesta, at inniluftin í maskinrúminum, sum vera man, ikki var góð, og at tað tí skal reinsast og luftast væl og virðiliga út áðrenn fólkið hjá skipasmiðjuni fer niður at arbeiða uttan roykkavaraútgerð.