Elektra frumsýning á Tjóðpalli Føroya



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Redaktion

10.01.2017 - 18:58

Tíðindi > Mentan > Sjónleikur

Tann fyrsti leikurin á Tjóðpallinum í ár hevur frumsýning leygarkvøldið tann 28. januar.

Tað er talan um ta griksku tragediuna Elektra eftir Sofokles, sum tá stendur á skránni.

Tjóðpallur Føroya skrivar í tíðindaskrivi til Portalin hesum viðvíkjandi, at hóast leikritið er 2500 ára gamalt, eru spurningarnir og evnini, ið viðgjørd verða í leikinum, framvegis sera viðkomandi í 2017.

Leikritið er í útgávu hjá Frank McGuinness og flutt yvir í føroyskt av Hans Tórgarð.

Spælt verður leygardag og sunnudag kl. 18 og týsdag til fríggjadag kl. 19.30