Eli: Vit skulu flyta føroyskan fótbólt

Sverri Egholm

06.05.2017 - 11:03

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Fótbóltsmennararnir hjá FSF eru í hesum døgum eygleiðarar til EM-endaspælið fyri U17-landslið. Á ferðini verður hugt eftir nógvum dystum og venjingum, ið vónandi kann geva teimum íblástur til komandi avbjóðingar.

Hvat skulu vit gera øðrvísi, fyri at vit, føroyskur fótbóltur kann gerast fastur partur av einum endaspælið? Tað eru millum annað nakrir av spurningnum og avbjóðingunum, ið fótbóltsmennararnar hava sett sær.

Fyrr í ár vórðu Eli Hentze, Thomas Thinggaard, Jógvan Martin Olsen og Øssur Hansen settir í starv sum ”Fótbóltsmennarar” hjá FSF. Endamálið er fyrst og fremst at hjálpa føroysku feløgunum, so tey kunnu tryggja øllum spælarunum, heilt frá teimum yngstu og upp eftir, so góðar venjingarumstøður sum tilber.

Tá føroyska U17-liðið var á venjingarvøllinum fríggjadagin fekk FSF Varpið orðið á Eli Hentze, ið millum annað er sera glaður fyri ta móttøku, ið fótbóltsmennararnir hava fingið í føroysku feløgnum.

Dysturin millum Føroyar og Frakland verður spældur nú klokkan 11, føroyska tíð, og kann síggjast beinleiðis á Europsort 2. Tað hevur samstundis við sær, at dysturin tíverri ikki kann stroymast hjá FSF.